Skip links

kunning-til-kundar

Faroe Law’s Terms of Business apply to all of our assignments unless otherwise agreed. Read also our client information below.

Our terms of business can be found here.

Kunning til kundar

Kravda kunningin til kundar sambært pkt. 13 í teimum advokatetisku reglunum finst niðanfyri.

Allir advokatar í Faroe Law tilnevndir av Justitsministeriet í Danmark og eru limir av Advokatsamfundet og Advokatfelag Føroya.

Samband

Advokatsmápartafelagið Faroe Law
Magnus Heinasonar gøta 10
Postboks 158
FO-110 Tórshavn
E-mail: faroelaw@faroelaw.fo
Tlf.: +298 669900

Skrásetingar nummar og V-tal

Okkara skrás.nr. hjá Skráseting Føroya: 4807

V-tal: 56 69 69

Trygging

Faroe Law hevur teknað advokatábyrgdartrygging og stillað garanti sambært reglunum hjá Advokatsamfundet. Ábyrgdartryggingin dekkar útinnan av øllum advokatvirksemi, óansæð hvar advokatvirksemi verður útint.

Ábyrgdartryggingin hjá Faroe Law er teknað hjá Trust Forsikringsagentur I/S, Søndergade 1B, 1. tv., 8000 Årshus C, Danmark.

Kundakonti

Øll peningaogn kundans, sum verður latin Faroe Law í varðveitslu, verður umsitin sambært regulunum hjá Advokatrådet og verður sett á tilhoyrandi kundakonto. Peningurin verður settur inn á serligar kundakonti. Faroe Law hevur kundakonti í BankNordik og Betri Banka. Rentur (positivar og negativar), ið verða tilskrivaðar, fella til klientin.

Peningur, ið stendur á kundakonto, er vardur sambært lógini um indskyder- og investorgarantiordning. Verjan er avmarkað til 100.000 EUR pr. klient pr. peningastovn.

Faroe Law heftir ikki fyri tap av peningi á klientkonto, um tað skuldi hent, at peningastovnurin, har peningurin stendur, fer undir trotabúsviðgerð.

Almenn og tryggingardekkað rættarhjálp

Tá ið Faroe Law átekur sær eina uppgávu fyri ein kunda, kanna vit í hvønn mun kundin hevur rætt til almenna ella tryggingardekkaða rættarhjálp. Um samsýning verður goldin av tí almenna ella einum tryggingarfelagið, antin fyribils ella endaliga, kunnar Faroe Law kundan um hvussu samsýningin verður ásett og um møguligar fylgjur fyri kundan.

Advokatetisku reglarnar

Allir føroyskir advokatar eru fevndir reglunum í rættargangslógini um m.a. góðan advokatsið. Advokatrådet í Danmark hevur eftirlit við at reglarnar um góðan advokatsið verða hildnar og hevur gjørt tær advokatetisku reglarnar, sum seta strong krøv til virksemi hjá advokatum.

Advokatnævnet ansar eftir at góður advokatsiður verður hildin og kann revsa advokatar, um reglarnar ikki verða hildnar.

Góður advokatsiður er eitt yrkisatburðarmát, sum millum annað hevur reglar um:

  • Tagnarskyldu. Faroe Law hevur skyldu at handfara allar upplýsingar, sum eru móttiknar frá ella viðvíkjandi einum kunda í sambandi við eina uppgávu í trúnaði, um tað ikki er greitt av umstøðunum, at upplýsingarnar ikki skulu handfarast í trúnaði.
  • Áhugamálsósemjur. Tað kunnu vera støður har vit ikki kunnu ráðgeva einum kunda uttan tað verður ósemja við onnur áhugamál.

Les meira um advokatetisku reglarnar og Advokatrådet á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet www.advokatsamfundet.dk. Har kanst tú eisini lesa meiri um góðan advokatsið og klagumøguleikar.

Samleikaprógv og fyribyrging av hvítvask

Faroe Law er fevnd av lógini um forebyggende foranstaltning mod hvidvask af penge. Tí hava vit skyldu til at innheinta og varðveita upplýsingar um samleikan hjá ávísum kundum okkara.